U19-landsliðið

U17-landsliðið

Heim Landsliðini U17 í Moldova
U17 í Moldova PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 13 oktober 2011 14:30


U17 landsliðið er í hesum døgnum í Moldova og skulu leika EM-undankapping


Liðið fór úr Føroyum mikudagin og eftir at hava yvirnátta eina nátt í Keypmannahavn, varð farið víðari hósmorgunin. Liðið er komi uppá pláss og hevur eina venjing seinni í dag.
Fyrsti dysturin er í morgin, fríggjadagin kl. 10 føroyska tíð, ímóti Fraklandi, ið má metast at verða besta liðið í kappingini. Sunnudagin leika tær ímóti Wales og mikudagin ímóti vertunum Moldova.


Til ber at fylgja dystinum á heimasíðuni hjá UEFA ella trýsta á her


Hópurin sær soleiðis út

Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen, Maria K. Thomsen, Katrina Akursmørk 
Lea Reginsdóttir, Marianna Jacobsen, Bjørt H. Magnussen HB
Anna Brimnes, Elsa S. Jacobsen  AB
Margunn Lindholm, Dania Olsen  B68
Vár Næs, Brynja Høj  B36
Martha Thomsen, Hanna Poulsen  ÍF
Kára Jarnskor, Johanna Lervig  Víkingur
Helga E. Kjærbo  FC Suðuroy


Venjarar hjá liðnum eru Jóannes Jakobsen og Bára S. Klakstein

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com