| Nýggjur dagur |
|
|
|
| Leygardagur, 15 oktober 2011 14:44 |
|
U17 landsliðið fyrireikar seg til Wales
Føroysku gentirnar búgva væl. Tær búgva á einum nýggjum hotelli, og venjingarvøllurin liggur beint við hotelli, so umstøðurnar eru góðar. Veðrið er sera skiftandi og uppliva tey eisini tær fýra ártíðirnar uppá ein dag, ið ein mangan ger í Føroyum. Sum sagt so verður næsti dysturin ímorgin áðrenn kl. 10 ímóti Wales. Ein kann fylgja við dystinum á uefa.com
|






