U19-landsliðið

U17-landsliðið

Heim Landsliðini Føroyar nr. 75
Føroyar nr. 75 PDF Prenta E-mail
Fríggjadagur, 01 juni 2012 22:26

A-landsliðið liggur á 75. plássi á nýggja FIFA-styrkislistanum.

Kvinnulandsliðið hevur ikki leikt nakran dyst síðan mars 2011, og hava tískil onga ávirkan á styrkislistan. Tó er liðið farið fimm pláss fram á listanum síðan seinast.
Tað er einki á skránni fyri kvinnulandsliðið í løtuni og liðið er eisini uttan venjara, nú Álvur Hansen, ið hevur verið venjari síðan 2001, ikki er venjari longur. Hetta er óheppið fyri kvinnufótbóltin, tí flestu gentirnar hava ein dreym um, at spæla á landsliðnum, eins, at U17 og U19 landsliðini eru til fyri at menna leikarnar til at spæla á A-landsliðnum. Hesin møguleikin er ikki til staðar í løtuni, og kann hetta vera ein orsøk til at fleiri gentir gevast at leika fótbólt í besta aldri.
Óvist er um Føroyar verða at finna á næsta styrkislistanum hjá Fifa, tí um liðið ikki leikar dyst í hálvt annað ár, so dettur liðið út av listanum. Vónandi fer hetta ikki at henda og at FSF finnur onkra uppgávu til liðið.

USA er framvegis á fyrsta plássi og Týskland á næsta. Svøríki er fremsta norðurlandið og liggur á fjóra plássi. Allur listin kann síggjast her

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com