Heim Tíðindi Føroysk tíðindi Finaluplássini nærum avgjørd
Finaluplássini nærum avgjørd PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 07 juni 2012 12:56



KÍ og B36 vunnu fyrru hálvfinalurnar og hava nú gott útgangsstøðið til seinnu hálvfinalurnar


Í Gundadali leiktu B36 og Víkingur og sum gongdin hevur verið hagartil í landskappingini, so var B36 stórfavorittur til at vinna dystin. Tær vunnu eisini dystin 2-0 eftir 1-0 í hálvleikinum. Katarina K. Saxov legði B36 á odda í 37. minutti, men vit skuldu heilt til 90. minutt til at fáa næsta málið. Hetta kann vera nokk hjá B36 til at leika seg í steypafinaluna.


Í Klaksvík tók KÍ ímóti AB fyri aðruferð innan 3 dagar. Hesaferð bleiv AB aftur sent til Havnar við einum tapi. Hesaferð endaði dysturin 4-0 eftir hálvleikstøðuna 1-0. Maria K. Thomsen segði KÍ á odda 1-0 tá 26 minuttir vóru leiktir.
Í seinna hálvleiki setti KÍ veruliga AB uppá pláss og skoraðu 3 mál afturat. Rannvá Andreasen gjørdi tað til 2-0, Maria skeyt sítt næsta mál í dystinum, tá hon skoraði til 3-0. Sofía Purkhús setti puntkum í 85. minutti og skoraði til 4-0. Hesin sigur var ikki eitt mál ov stórur, men kundi haraftur ímóti verið nógv størri. Við 4-0 sigrinum hevur KÍ meir enn annað beinið í steypafinaluni.


Seinna hálvfinalan verður leiktu 27. juni og Finalan verður á Tórsvølli tann 25. august.

 

 

Komandi dystir 1. deild

Sun., 26. mai. 2013 00:00
VÍK HB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
ÍF AB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
EBS -:-

1. deild

# Team D Mm Stig
1 6 30 18
2 EBS/Skála 6 20 15
3 HB 6 17 12
4 B36 6 -7 9
5 ÍF 6 -17 6
6 Víkingur 6 -25 3
7 AB 6 -18 0



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com