Heim Tíðindi Føroysk tíðindi KÍ framvegis ósigra
KÍ framvegis ósigra PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 10 juni 2012 20:50



KÍ, B36 og HB vunnu stórsigrar. ÍF og B68/NSÍ leiktu javnleik og AB vann tepran sigur ímóti Skála.

Nú kappingin er komin í helvt, og øll hava spælt í móti øllum, er KÍ einasta liðið, ið hevur fult stigatal. B36 hevur gjørt tað betur í ár enn í fjør, og hevur bert tapt ímóti KÍ. Tey nýggju liðini, burtursæð EB/Streymi, liggja øll í niðara endanum. Meðan HB, ið endaði niðast í fjør, hevur gjørt tað betur í ár enn í fjør. Víkingur, ið hevur mist nakað av fólkið síðan fjør og ikki hava havt sín rætta heimavøll, hevur havt tað trupult og ikki fingið tað burturúr, sum tær fingu í fjør.


B36 - FC Suðuroy 9 - 0 (5 - 0)

FC Suðuroy fekk seinasta vikuskiftið javnleik ímóti HB á heimavølli, men hesaferð fóru tær aftur av vøllinum við einum stórtapið. B36 vann dystin 9-0 eftir hálvleiksstøðuna 5-0. Verjuleikarin Rakul Johannesen skoraði 3 mál, meðan  Margit Magnusdóttir, Vár Næs og Brynja Høj skoraðu 2 mál hvør.

1 - 0 Rakul M. Johannesen, 6'
2 - 0 Rakul M. Johannesen, 18'
3 - 0 Vár Næs, 22'
4 - 0 Margit Magnusdóttir, 42'
5 - 0 Margit Magnusdóttir, 45'
6 - 0 Brynja Høj, 73'
7 - 0 Rakul M. Johannesen, 84'
8 - 0 Vár Næs, 90'
9 - 0 Brynja Høj, 91'

 

AB - Skála 2 - 1 (1 - 0)
Mest spennandi dysturin hetta vikuskiftið var tá AB tók ímóti Skála á Argjum. AB skuldi reisa seg eftir tvey tap ímóti KÍ, meðan Skála skuldi royna at útnytta, at AB hevði leikt tveir strævnar dystir ímóti KÍ í vikuni. Tað var AB sum legði seg á odda við málið frá Elin Mariu Isaksen, tá hálvur tími var leiktur.
Tá hálvur tími var leiktur av seinna hálvleiki eydnaðist tað Skála at javna við málið frá Birnu Johannesen, men Ásleyg Súnadóttir svaraði aftur løtu seinni og skoraði sigursmálið fyri AB. Við sigrinum heldur AB fast í bæði oddaliðini, meðan Skála dragnar enn meira.

1 - 0 Elin Maria Isaksen, 29'
1 - 1 Birna T. Johannesen, 74'
2 - 1 Ásleyg Súnadóttir, 82'

 

Víkingur - KÍ 0 - 8 (0 - 4)
Vøllurin í Gøtu er framvegis ikki liðugur enn, og tí mátti Víkingur enn einaferð leika sín heimadyst í Leirvík. Hesaferð var KÍ á vitjan, og spenningur varð ongantíð um úrslitið. KÍ stýrdi dystin og hevði nógvar kjansir, men Víkingur kundi eisini fingið okkurt mál, um tær avsluttaðu betur. Hálvleiksstøðan var 4-0. Sofía Purkhús skoraði 3 mál, Rannvá Andreasen og Sigrid Jacobsen skoraðu 2 mál í part, meðan Malena Josephsen skoraði tað seinasta.

0 - 1 Sofía Purkhús, 12'
0 - 2 Rannvá B. Andreasen, 19'
0 - 3 Rannvá B. Andreasen, 30'
0 - 4 Sigrid Jacobsen, 35'
0 - 5 Sofía Purkhús, 56'
0 - 6 Sigrid Jacobsen, 56'
0 - 7 Sofía Purkhús, 79'
0 - 8 Malena Josephsen, 87'

 

HB - EB/Streymur 5 - 0 (2 - 0)
Eftir at HB bert megnaði javnleik ímóti FC Suðuroy seinasta vikuskiftið, skuldu tær royna at reisa seg ímóti EB/Streymi. Tað gjørdu tær eisini, og vunnu dystin ímóti EB/Streymi heili 5-0. Hálvleikstøðan gjørdist 2-0. Heidi Sevdal legði HB á odda tá 12 minuttir vóru leiktir. Tíggju minuttir seinni økti Sára Samuelsen til 2-0. HB gjørdi skjótt av í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál innan tríggjar minuttir og dysturin var avgjørdu. Tær fingu tó eitt mál afturat í 96. minutti, ið Sára Samuelsen skoraði uppá brotsspark. Heidi Sevdal, ið skoraði tvey mál í dystinum, leikti seinstu 20 minuttirnar í málinum hjá HB.

1 - 0 Heidi Sevdal, 12'
2 - 0 Sára Samuelsen, 21'
3 - 0 Heidi Sevdal, 52'
4 - 0 Elin Niclasen, 55'
5 - 0 Sára Samuelsen, 96'

 

B68/NSÍ - ÍF 1 - 1 (0 - 1)
Tað var týdningarmikið fyri bæði liðini at vinna á Svangaskarðið, tí vinnandi liðið kundi gera seg leysan av botninum og fara uppá sjeynda pláss. Tað sá eisini leingið út til, at ÍF skuldi fara av vøllinum við øllum trimum stigunum, men Margunn Lindholm vildi tað ørvísið fyri heimaliðið og javnaði í 90. minutti. Randi Petersen hevði langt ÍF á odda beint fyri hálvleiki. Sostatt er støðan óbroytt teirra millum á stigatalvuni.

0 - 1 Randi Petersen, 43'
1 - 1 Margunn Lindholm, 90'

 

 

Komandi dystir 1. deild

Sun., 26. mai. 2013 00:00
VÍK HB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
ÍF AB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
EBS -:-

1. deild

# Team D Mm Stig
1 6 30 18
2 EBS/Skála 6 20 15
3 HB 6 17 12
4 B36 6 -7 9
5 ÍF 6 -17 6
6 Víkingur 6 -25 3
7 AB 6 -18 0



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com