Heim Tíðindi Føroysk tíðindi B36 og KÍ í steypafinaluni
B36 og KÍ í steypafinaluni PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 28 juni 2012 08:07

B36 vann stórt 5-0 á Víkingi og KÍ vann 3-0 á AB í seinnu hálvfinalunum.

Tað verða tvey tey fremstu liðini í landskappingini KÍ og B36, ið møtast í steypafinaluni 25. august á Tórsvølli. Hjá KÍ verður tað tann 14. steypafinalan á rað. B36 hevur somuleiðis leikt nógvar steypafinalur, men hevur ikki verið í steypafinaluni síðan 2008, tá tær júst taptu fyri KÍ.


Víkingur - B36 0-5 (0-2)

B36 fór til Gøtu við einum 2-0 sigri í skjáttuni frá fyrru hálvfinalu. B36 hevur í ár havt eitt sera gott kappingarár, meðan Víkingur eftir eina laka byrjan sær út til at fingið gongd á. Men tann lítlið spenningurin, sum var undan dystinum var skjótt burtur aftur. B36 vann 5-0 eftir 2-0 í hálvleiksteðginum. Birita Mortansdóttir gjørdi tvey mál, Unnur Danielsen, Rakul M Johannesen og Margit Magnusdóttir hvør sítt mál. B36 fer sostatt í finaluna við einum samlaðum 7-0 sigri.

0-1 Unnur Danielsen, 20'
0-2 Rakul M Johannesen, 37'
0-3 Birita Mortansdóttir, 47'
0-4 Margit Magnusdóttir, 71'
0-5 Birita Mortansdóttir, 89'

 

AB - KÍ 0-3 (0-1)
KÍ fór til Argir við eini 4-0 leiðslu undan seinnu hálvfinaluni. KÍ vann 3-0 eftir 1-0 í hálvleikssteðginum. Øll málini komu seint. Tað í fyrra stutt undan steðginum og tey í seinna tætt móti dystarenda. Rannvá B Andreasen gjørdi tvey mál og Sofía Purkhús eitt.Sostatt fer KÍ eisini í finaluna við einum samlaðum 7-0 sigri.

0-1 Rannvá B Andreasen, 42'
0-2 Rannvá B Andreasen, 86'
0-3 Sofía Purkhús, 88'

 

Komandi dystir 1. deild

Sun., 26. mai. 2013 00:00
VÍK HB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
ÍF AB -:-

Sun., 26. mai. 2013 00:00
EBS -:-

1. deild

# Team D Mm Stig
1 6 30 18
2 EBS/Skála 6 20 15
3 HB 6 17 12
4 B36 6 -7 9
5 ÍF 6 -17 6
6 Víkingur 6 -25 3
7 AB 6 -18 0



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com