Heim Landsliðini Leiktu dyst nr 25
Leiktu dyst nr 25 PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 09 desember 2012 12:41

Randi, Rannvá og Malena leiktu teirra dyst nr. 25 fyri Føroyar

A-landsliðið hevur tilsamans leik 33 altjóða skrásettar dystir síðan Føroyar fingu Fifa limaskap. 76 leikarar hava hagartil umboða Føroyar, hesar dystirnar, og av teimum eru tað tríggjar, ið eru komnar uppá 25 landsdystir fyri Føroyar. Rannvá B. Andreasen, Randi S. Wardum og Malena Josephsen hava verið við líka síðan Føroyar leiktu teirra fyrsta dyst í móti Írland í 2004. Áðrenn tað hevði Føroyar leikt í undankappingini 1995/1996 har liðið leikti 8 dystir. Síðani lá landsliðið stilt til 2001 tá fótbóltssambandið valdi at melda til oyggjaleikir, men hesir dystir telja ikki sum altjóða skásettir dystir. Síðan 2004 hevur landsliðið leikt 25 skrásettar dystir, har Randi, Rannvá og Malena hava verið við í teimum øllum.

Samstundis sum tær tríggjar leiku dyst nr. 25 ímóti Luxembourg, vóru tað heili 10 leikarar, ið leiktu teirra fyrsta dyst við A-landsliðinum. Av teimum fingu Sofía Purkhús og Íðunn Magnussen eina dreymabyrjan, tá tær skoraðu hvør sítt mál í móti Luxembourg. Hinar vóru Rakul M. Johannesen, Leila Pætursdóttir, Oddrún Danielsen, Lív Arge, Bjarta Johansen, Sólja Eiðisgarð, Eyðvør Klakstein og Sigrid Petersen.

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com