Heim Landsliðini Sterkt svensk landslið vitjar
Sterkt svensk landslið vitjar PDF Prenta E-mail
Leygardagur, 14 juni 2014 21:35

Sterkt svenskt landslið vitjar á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00

Svøríki hevur verið við millum sterkastu londini frá byrjan av
Í svøríki byrjaðu tey at leika skipaða landskappping í 1973. Landsliðið hevur verið við frá byrjan av. Fyrsti landsdystur var móti Finlandi 25. august 1973 (0-0).

Svøríki hevur altíð verið millum fremstu londini og ongantíð verið aftanfyri numar 6 á FIFA styrkislistanum (mars 2005). Og besta plaseringin varð nummar trý (juni 2007).

Svøríki varð fyrsti Europameistari í 1984 og hevur luttikið í næstan øllum endaspølum síðan.

HM endaspæl luttøka: 6 ferð síðan 1991 (hvørja ferð). Besta úrslitið er 2. plássið í 2003.
EM endaspæl luttøka: 10 ferð (av 11) síðan 1984. Besta úrsltið varð Europameistarar 1984.
Olympiskir leikir 5 ferð (av 5). Har eitt fjóra pláss er besta úrslitið.

Størsti sigur er 17-0 móti Azerbajan, 23. juni 2010.

Størsta tap er 4-0 (6 ferð – Norra x 3, Kina, USA og Týskland).


Stórspælarar

Kendastu leikararnir eru Pia Sundhauge, Malin Anderson, Hanna Ljungbjerg, Victiora Svensson og Lotta Schelin, sum enn er við á svenska liðinum


Leikarar leita uttanlanda

Allar fyrstu leikararnir, sum fóru uttanlanda at leika, fóru til Italia í 80-unum. Síðan kom av álvara ferð á áhugan at royna eyðnuna, tá USA byrjaði sína professionellu kapping í 2000. Seinnu árini hevur svenska kappingin verið so sterk, at útlendskir leikarar hava leita sær til Svøríki. Men seinnu árini hava svenskir leikarar aftur leitaða sær avstað. 
Nilla Fischer er við týsku tvífaldu Champions League vinnarunum VfL Wolfsburg,
 Olivia Schough við FC Bayern München og Sofia Jakobsson við BV Cloppenburg, eisini í Týskalndi. Størstu stjørnurnar eru í fronskum fótbólti.
 Caroline Seger og Kosovare Asllani við Paris Saint-Germain FC og megastjørnan Lotta Schelin við Olympique Lyonnais
sum, ið bæði hevur vunnið franska meistarheitið og Champions League fleiri ferðir.


Svenskir venjarar leita uttanlanda

Seinnu árini hava fleiri kvinnuligir svenskir venjarar gjørt vart við seg uttanlanda á hægsta stigi. Núverðandi landsliðsvenjarin Pia Sundhauge, hevur verið í Norra, Kina og USA og roynt seg á hægsta stigi. Skotski landsliðsvenjarin, Anna Signeul er eisini svii, og tað sama er hennara hjálparvenjari Ann-Helen Grahm. Somuleiðis fyrrverðandi venjarin hjá svenska kvinnulandsliðinum Marika Domanski-Lyfors var eitt skiftið venjari hjá Kina. Hon er nú tekniskur stjóri í Svenska Fótbóltssambandinum við ábyrgd fyri venjaraútbúgving og leikaramenning bæði hjá kvinnum og monnum


Føroyar vs. Svøríki

Vit hava ikki leikt nógvar dystir okkara millum. Fyrri dysturin okkrara millum endaði 5-0 til sviar.

Okkara U19 kvinnur (gentur føddar 1998, 89 og 90) leiktu í 2006 móti Svøríki og taptu 6-0.

KÍ møtti Umeå IK í 2002 í Europa Cup. Umeå vann dystin 7-0 og vann Champions League tað árið.

 

Svenski landsliðsvenjarin, Pia Sundhage hevur úttikið, eru hesar 23 til dystin á Tórsvølli:
Hedvig Lindahl, Kristianstads DFF
Malin Reuterwall, Umeå IK FF
Carola Söberg, Tyresö FF
Emma Berglund, Umeå IK FF
Magdalena Ericsson, Linköpings FC
Nilla Fischer, VfL Wolfsburg
Amanda Ilestedt, FC Rosengård
Lina Nilsson, FC Rosengård
Linda Sembrant, Tyresö FF
Sara Thunebro, Eskilstuna United DFF
Emilia Appelqvist, Piteå IF
Kosovare Asllani, Paris Saint-Germain FC
Lisa Dahlkvist, Tyresö FF
Malin Diaz, Tyresö FF
Hanna Folkesson, Umeå IK FF
Jenny Hjohlman, Umeå IK FF
Sofia Jakobsson, BV Cloppenburg
Emma Lundh, AIK FF
Elin Rubensson, FC Rosengård
Lotta Schelin, Olympique Lyonnais
Olivia Schough, FC Bayern München
Caroline Seger, (Tyresö FF ) nú Paris Saint-Germain FC
Therese Sjögran, LdB FC Malmö

 

Svøríki leikti leygardagin 14. juni ímóti Skotlandi:

Skotland–Svøríki 1–3 (1–2)
0–1 Caroline Seger (13),
1–1 Kim Little (19 str),
1–2 Kosovare Asllani (27),
1–3 Kosovare Asllani (52).

Skotland (4–4–2): Gemma Fay – Frankie Brown, Ifeoma Dieke, Jennifer Beattie, Hayley Lauder – Joanne Love (Christie Murray 80), Megan Sneddon (Emma Mitchell 46), Rachel Corsie, Lisa Evans – Kim Little, Jane Ross.

Svøríki (4–3–3): Hedvig Lindahl – Elin Rubensson, Nilla Fischer, Emma Berglund, Sara Thunebro – Sofia Jakobsson (Malin Diaz 46), Caroline Seger, Hanna Folkesson – Therese Sjögran (Emilia Appelquist 88), Kosovare Asllani, Lotta Schelin.


Ein annar HM 2015 undankappingardystir varð eisini í okkara bólki:

Bosnien-Hercegovina–Nordirland 1–0 (0–0)
1–0 Lidija Kulis (81).

HM-undankappingardysturin millum Føroyar og Svøríki verður á Tórsvølli hósdagin 19. juni, kl. 18:00

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com