Heim Landsliðini Eitt av heimsins størstu fótbóltsnøvnum vitjar
Eitt av heimsins størstu fótbóltsnøvnum vitjar PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 19 juni 2014 08:57

Pia Sundhage - eitt av heimins størstu fótbóltsnøvnunum. Svenski venjarin er á allan hátt ein undangongukvinna. Hon var millum fyrstu kvinnuligu leikarar sum vildu nakað "meira" við fótbóltinum. Sum venjari hevur hon eisini gingið undan. Hon hevur hægstu venjaraútbúgving. FIFA hevur útnevnt hana sum eina av sínum "ambasadørum" fyri kvinnufótbólt.

54 ára gamla Pia Mariane Sundhauge er fødd í Uliricehamn í Svøríki, har hon eisini sum smágenta byrjaði at leika fótbólt. Oftast var tað saman við dreingjum.

Sum 18 ára gomul byrjaði hon í vaksmannafótbólt í felagnum Falkøping KIK og leikti árini 1978 – 1996 við feløgunum Jitex BK, Østers IF, Stattena IF og Hammarby IF DFF í Svøríki – undantikið í 1985 tá hon var í italienska S.S. Lazio.

Frá 1975 (sum 15 ára gomul) til 1996 leikti Pia 146 A-landsdystir og gjørdi 71 mál.

Pia byrjaði venjaraleið sína sum leikandi venjari hjá Hammarby IF DFF í 1992. So var hon hja fleiri feløgum bæði svenskum og útlendskum Vallentuna BK og AIK Fotboll Dam í Svøríki, Philadelphia Charge og Boston Breakers í USA, Kolbotn Fotball í Norra, KIF Ørebro DFF í Svøríki, áðrenn hon byrjaði sum landsliðsvenjari. Fyrst í 2007 hjá Kina og frá 2008 til 2012 hjá USA.

Sum venjari hjá USA vann hon tvey gull heiðusmerki til Olymisku leikirnar og silvur til HM 2011. Í 2012 var Pia Sundhauge kosin til FIFA World Coach of the Year. Hon byrjaði sum venjari hjá svenska landsliðinum 1. desember 2012.

Við Piu við róðrið hevur Svøríki leikt 22 dystir. Vunnið 14, 5 javnleikir og tapt 4.

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com