Heim Landsliðini Sterk og vælskipað svensk landskapping
Sterk og vælskipað svensk landskapping PDF Prenta E-mail
Hósdagur, 19 juni 2014 12:39

Svøríki er ikki hvør sum helst í fótbólti fyri kvinnur. Vit hava í øðrum greinum sagt eitt sindur um svenska landsliðið. Her er nakað um heimligu svensku kappingina. 

 

Svenska fótbóltssambandið hevur síðan 1973 skipað fyri landskapping fyri kvinnur. Síðan 1988 hevur kappingin havt heitið “Damallsvenskan”. 12 lið eru í bestu deildini. Svenska fótbóltssambandið hevur 165.259 skrásettar kvinnuligar leikarar. Harav 65.743 er vaksnar kvinnur. 1286 lið luttakað í kappingini.

418 leikarar eru yrkisleikarar í teimum 12 bestu feløgunum. 38 kvinnur hava UEFA A ella Pro license venjaraprógv. Og so hava tey 49 kvinnuligar dómarar við hægsta dómaraprógvi.

Miðal áskoðaratalið til dystirnar í bestu deildini eru 757, meðan tað eru 4.319 miðal til landsdystir.

Kappingin er skipað í seks deildir. Næstbesta deildin “Elitettan” er eisini landsumfatandi við 14 liðum. Triðbesta deildin nevnist “Division 1” er skipað í tveimum økjum við 12 liðum í hvørjum.

Fjórbesta deildin “Division 2” er skipað í 9 økjum við 10 liðum í hvørjum. Fimtbesta deildin “Division 3” er skipað í 26 økjum við 10-12 liðum í hvørjum. Sættbesta deildin “Division 4” er skipað í 41 økjum við 6-12 liðum í hvørjum. Sjeyndbesta deildin “Division 5” er skipað í 43 økjum við 5-12 liðum í hvørjum. Ì áttinda bestu deildini “Division 26” er skipað við heilt fríari tilmeldan lokalt úti um landið.

Verðandi meistarar frá 2013 LbB FC Malmø settu met við at vinna meistaraheitið fyri 8. ferð (hvat er tað ?….. KÍ hevur….. ;), sum er einaferð meir enn Umeå IK sum er eitt annað kent stórfelag.

Liðið hjá Malmø, sum í nøkur ár hevur verið eitt sjálvstøugt kvinnufelag og kallast Ldb FC Malmø eftir einum sponsori (húðkrem), hevur í 2014 lagt saman við FC Rosengård sum er eitt felag fyri bæði kvinnur og men.

Seinastu 10 árini hava feløgini brúkt nógvan pening og flestu feløgini eru meira ella minni professionell. Tað hevur havt sínar upp og niðurtúrar. Eitt nú hóraði Umeå IK júst undan eftir fleiri góð ári í 2000árunum og mátti í 2010 leika við einum lokalum “ungdómsliðið”. Meistararnir frá 2012 Tyresø FF hava í ár – eftir at hava luttikið í Champions League finaluni sum tær taptu 4-3 móti týsku Wolfsburg, trekt liðið úr kappingini vegna væntandi fígging.

Eitt annað eyðkenni um at svenska Damallsvenskan er ein av heimsis sterkastu kappingum er talið á útlendskum leikarum. Flestu teirra koma frá Finlandi, Danmark, Íslandi, Brasil og Norra. Onkrar eru eisini úr Nigeria og Týsklandi

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com