Heim Landsliðini Greiður sigur til Svøríki
Greiður sigur til Svøríki PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 22 juni 2014 10:28

Greitt 0-5 tap, men góðkent avrik móti Svium.

 

Tað var ein risa avbjóðing, hjá føroyska landsliðinum á Tórsvølli hóskvøldið, tá tað sterkasta kvinnulandsliðið sum nakrantíð hevur verið í Føroyum vitjaði. Dysturin millum liðini bæði í Svøríki í fjør endaði við 5-0 sigri til sviar, og úrslitið gjørdist tað sama á Tórsvølli hósdagin.

Svensku kvinnurnar vóru væl og virðiliga omaná allan dystin, men tað skerst ikki burtur, at føroyska avrikið í gjárkvøldið var munandi betri, enn tað var í Svøríki í fjør. Føroyska liðið vísti meiri og vildi meira fram eftir vøllinum.

Sviar løgdu seg tíðliga á odda 1-0, og í hálvleikinum var støðan 3-0 til Svøríki. Tey 313 fólkini sum í góðveðrinum høvdu leitað sær til dyst á Tórsvølli, sóu svensku kvinnurnar skorað tvær ferðir afturat eftir steðgin, so endaliga úrslitið gjørdist 5-0 til Svøríki.

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður í Bosnia-Hersegovina tann 20. august.

 

Hagtøl:

 

Føroyar - Svøriki 0 - 5 (0-3), HM-undankappingardystur á Tórsvølli, hósdagur 19. juni 2014 kl. 18.00:

0-1 Caroline Seger 11’
0-2 Olivia Schough 19’
0-3 Lotta Schelin 35’
0-4 Lotta Schelin 50’
0-5 Emma Lund 84’

Føroyar
16. Randi Wardum - 11. Sigrun Kristiansen, 4. Rakul Magnussen, 8. Malena Josephsen (K),  2. Oddrún Danielsen - 18. Idunn Magnussen (14. Eydvør Klakstein 87’), 7. Ansy Sevdal, 10. Olga Kristina Hansen, 3. Frídrún Danielsen,  9. Rannvá Andreasen (13. Liv Arge 89’) - 6. Heidi Sevdal

Eykaleikarar
1. Nina Davidsen, 5. Margunn Lindholm, 15. Milja Simonsen, 17. Valgerd Andreasen, 20. Ásla Johannesen

 

Svøríki
1. Hedvig Lindahl (MV)
3. Linda Sembrant
5. Nilla Fischer  
6. Sara Thunebro 46’
7. Lisa Dahlkvist 46’
8. Lotta Schelin   
13. Malin Diaz Pettersson
15. Therese Sjögran
17. Caroline Seger (K)   
22. Olivia Schough  
23. Elin Rubensson 67’

Eykaleikarar
21. Carola Söberg (MV)
4. Amanda Ilestedt
9. Kosovare Asllani
11. Jenny Hjohlman 67’
16. Annica Svensson
18. Magdalena Ericsson 46’
19. Emma Lund  46’

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com