Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Seta loyvisskipanina úr gildið
Seta loyvisskipanina úr gildið PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 22 juni 2014 10:56

Danska Fótbóltssambandið DBU hevur sett loyvisskipanina fyri 3F Ligana úr gildið fyri komandi ár.

 

Eins og vit kenna til í Effodeildini í Føroyum so hevur besta danska deildin havt eina loyvisskipan, við ávísum krøvum til feløgini sum luttaka í bestu deildini. Krøv um útbúgving til venjarar, venjingarumstøður, umstøður til leikarar, atgongd til lækna og fysioterapeut, krøv til stadion, umsiting í felagnum við fólki til marknaðarføring v.m. o.s.fr.

Skipanin byrjaði í fjør, nen undan hesum kappingarárinum kom speril í. Fyrst blivu trý feløg ikki góðkend. BSF, B93-HIK-Skjold og Skovbakken. Tað ljóðaði at brotin/manglarnir ikki vóru so umfatandi, men at ávísar innlatingarfreistir ikki vóru hildnar. Tey kærdu og eftir tað og tá hamarin fall fyri seinastu ferð so stóðu tvey feløg uttanfyri. B93-HIK-Skjold og Skovbakken.

Men nú hevur DBU hálsa um. Tey siga, at avgerðin hjá loyvisnenvdini er "røtt". Men at tað er ikki ítróttarliga rætt, at seta tvey feløg uttanfyri fyri so lítlar manglar, sum onki hava við tað ítróttarliga at gera. Tí verða øll feløgini bjóða at luttaka í bestu deildini komandi kappingarár, meðan loyvisskipanin verður lagað til umstøðurnar.

Tey 11 feløgini í 3F Ligani verða:

Fortuna Hjørring (Meistarar 2014)
Brøndby
OB
Skovbakken
KoldingQ
BSF
B93-HIK-Skjold
Vejle B
B1913
Team Viborg
Vorup

 

1. deild

# Team D Mm Stig
1 EBS/Skála 20 69 52
2 20 80 50
3 HB 20 17 35
4 ÍF/Víkingur 20 -70 16
5 B36 20 -42 14
6 B68 20 -54 8



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com