Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi Nógvir áskoðarar í Týsklandi
Nógvir áskoðarar í Týsklandi PDF Prenta E-mail
Sunnudagur, 22 juni 2014 11:21

 

Metnógvir áskoðarar til dystirnar í týsku Bundesligani.

Til dystirnar í kvinnudeildini her heima hjá okkum eru sjálvdan nógvir áskoðarar. Famlija og so onkur fá afturat, eru til vanligar dystir og í onkrum bygdum eru kortini nakað fleiri fleiri áskoðarar um tað er onkur serligur dystir. Og spennandi toppdystir hava vit ikki júst havt so nógvar av seinastu nógvu árini, men tó so onkur er við hvørt. Og tá er fitt av áskoðarum.

Nakað tað sama er í londunum kring okkum. Men tað tykist sum um at áksoðaratølini fara spakuliga uppeftir. Í sterkastu kappingini í Europa - týsku Bundesligani - fegnast tey um metnógvar áskoðarar í júst endaðu kappingini 2013/2014. Miðaltal uppá 1.185 áskoðarar til hvønn dyst er meira enn kappingarárið 2011/12 (1.121), ið verð mett sum avleiðing av væleyðnaða HM á heimavølli, eitt met ið man ikki væntaði fór at verða tikið.

Flest áskoðarar eru til dystirnar hjá meistaraliðinum VfL Wolfsburg, 2.933 til hvønn dyst, FFC Frankfurt 2.248 og Turbine Potsdam 2.170. Til seinasta og avgerðandi dystin 7. juni 2014 millum VfL Wolfsburg og FFC Frankfurt vóru 12.464 áskoðarar.

Til samanberingar vóru 924 áskoðarr í miðal til dyst í svensku kappingini "Damallsvenskan" 2011. Í ár er miðaltalið higartil 811.

So kanska er tað kortini ikki so øgiliga fáir áskoðar hjá okkum - men vit ynskja okkum fleiri.

 

Komandi dystir 1. deild

Sun., 06. aug. 2017 00:00
ÍFV -:-

Sun., 06. aug. 2017 00:00
HB B36 -:-

Sun., 06. aug. 2017 00:00
EBS B68 -:-

1. deild

# Team D Mm Stig
1 11 40 30
2 EBS/Skála 11 37 30
3 HB 11 0 16
4 B36 11 -12 12
5 B68 11 -26 6
6 ÍF/Víkingur 11 -39 4



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com