Heim Landsliðini Kvinnulandsliðið til Íslands
Kvinnulandsliðið til Íslands PDF Prenta E-mail
Týsdagur, 17 februar 2015 21:10

Í vikuskiftinum skal kvinnulandsliðið til Íslands at leika tveir landsdystir ímóti U19-landsliðnum hjá Íslandi

 

Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic hava úttikið hópin til venjingardystirnar í Íslandi 20. og 22. februar

Sum fyrireiking til undan undankappingina hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum verður á Malta frá 4. til 9. apríl, fara føroysku kvinnurnar til Ísland seinni í hesi vikuni, har tveir venjingardystir ímóti íslendska U19-landsliðnum eru á skránni.

Fyrri dysturin verður spældur í Reykjaneshøllini fríggjadagin 20. februar klokkan 16:00, meðan seinni venjingardysturin verður í Kórinnhøllini sunnudagin 22. februar klokkan 13:00.

Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:
Bjarta Johansen, B36.
Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Margunn Lindholm og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Lív Arge, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Jónvá Hentze, HB.
Kára Jarnskor, Sigrid Petersen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Monika Biskopstø, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (Danmark).

Til undan undankappingina á Malta skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Andorra, Georgia og Malta. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.

 

 


Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com