Heim Tíðindi Útlendsk tíðindi 30 mió kvinnuligir fótbóltsleikarar
30 mió kvinnuligir fótbóltsleikarar PDF Prenta E-mail
Mikudagur, 18 februar 2015 00:00

FIFA hevur samla hagtøl í 2014 og samlaða úrslitið gjørdist at 30.145.700 kvinnur/gentur spæla fótbólt runt í heiminum.

Málið er at gera kvinnufótbóltin til heimsins størstu ítróttargrein fyri kvinnur. Enn eru kurvabóltur, Tennis og Frælsur ítróttur meira áhugavert at investera í enn fótbóltur fyri kvinnur. Tað verður vóna at HM í Kanada í summar skal vísa menningarmøguleikarnar í fótbóltinum fyri kvinnur.


Vænta stóra succes í Kanada

HM í Týsklandi í 2011 var stór succes, men Fifa væntar at HM í Kanada í summar verður enn størri ,og at áskoðaratali fer uppum milliónina. Allir 52 dystirnir fara at geva 200 tímar í  sjónvarpið.


Suðuramerika haltar aftaná
Tey mongu fótbóltsambondini í Suðuramerika hava ikki megna at uppfylt tann økta áhugan fyri teimum mongu gentunum, sum ynskja at leika fótbólt. Tí annars hevði eitt land í Suðuramerika langt síðani vunnið ein altjóða tilttul. Trupuleikin er manglandi serkunnleiki og tey í taka avgerðirnar hava ongan kunnleika til kvinnufótbólt.


Fakta
170 (85%) av 209 Fifa londunum svaraðu uppá fylgjandi spurningar
Menning og tiltøk
Eftirlit og sameining
Kvinnuligluttakan í fótbólti
Ílgur í kvinnufótbólti
Uppmerksomheit og fjølmiðladekningur
Viðring, Tørvur og avbjóðing


Bert 23% av limalondunum hava starvsfólk, ið bert taka sær av kvinnufótbólti
80% hava kvinnulið, men bara helvtin hevði gentulið
78% hava eina landskapping
82% av bestu deildunum verða stýrdar av fótbóltsambandinum
4.801.926 skrásettir fótbóltsleikarar
Ùtbreiðslan er 1.166.926
Íalt fótbólsleikarar í heiminum 30.145.700
Bert 17% av kvinnum sita í nevndini
7% av venjarnum eru kvinnur og 10% av dómararnum eru kvinnur.



 

 

 

Komandi dystir 1. deild

Sun., 06. aug. 2017 00:00
ÍFV -:-

Sun., 06. aug. 2017 00:00
HB B36 -:-

Sun., 06. aug. 2017 00:00
EBS B68 -:-

1. deild

# Team D Mm Stig
1 11 40 30
2 EBS/Skála 11 37 30
3 HB 11 0 16
4 B36 11 -12 12
5 B68 11 -26 6
6 ÍF/Víkingur 11 -39 4



Email: kvinnufotbolt@kvinnufotbolt.com